Óli vísti gamlar dygdir

NSÍ liðformaðurin, Óli Hansen, var fegin eftir lokið stríð. Eftir at hann lá sjúkur heima, meðan liðfelagarnir kiksaðu í Gøtu, var hann hesa ferð dagsins maður hjá NSÍ.

Óli skoraði øll trý málini – tvey upp á brotsspark og tað síðsta í yvirtíðini, tá ið tað ikki nýttist at hava so nógv fólk í verjuni, tí fuglfirðingar vóru so dyggiliga undirmannaðir.

- Hetta var fínt undirhald. ÍF hevur eitt stak gott lið, og bæði teir og vit stríddust væl. Vit eru sjálvandi nøgdir við at hava vunnið øll stigini, og eg skilji væl, at teir iðra seg, nú teir misnýttu brotsspark í síðstu løtu.

Í ungdómsdeildunum og fyrstu árini í fremstu røð – bæði í NSÍ og GÍ – var Óli álopsspælari. Hann hevur tískil áður skorað hattrikk fleiri ferðir, men hetta var fyrsta ferðin, síðani hann gjørdist liðformaður og aftasti verjuskansi hjá NSÍ, at hann hevur skorað trý mál í einum og sama dysti.