1. mai er altjóða arbeiðaradagur, men tað er eisini dagurin, tá tað er liðugt við at brúka píkar.
Tað hevur verið kalt í veðrinum langt inn í apríl mánaða, men um mánaðarskiftið kom rættiliga vend í veðurlagið, so vit hava havt góðveður seinastu dagarnar.
Og tað var í tøkum tíma, tá hugsað verður summardekkini.
Verkstøðini, sum skifta dekk á bilum, hava havt úr at gera eftir vikuskiftið, og væntast kann, at løgreglan fer at gera onkrar kanningar komandi dagar.