Liðugt við longum bankahósdegi

Frá 1. desember steingja dyrnar í Eik Banka klokkan 16 allar yrkadagar. Eisini hósdag. Hósdagur hevur annars av siðvenju verið bankadagurin, har opið hevur verið til klokkan 18, men í Eik er tað nú ein farin tíð.

- Hagtøl vísa, at fleiri og fleiri av kundum okkara avgreiða sjálvir síni viðurskifti um HeimaGreiðsluna, so tørvurin á longri upplatingartíð hósdag er ikki tann sami sum hann hevur verið, sigur Bjarni Olsen, stjóri í Eik, á heimasíðuni hjá bankanum.

Hóast broyttu afturlatingartíðina verður gjørligt hjá kundum at fáa telefonavgreiðslu í Eik til klokkan 18 hósdagar.