Liðugt við at skriva protestsangir

- Eg havi ikki stórvegis hug at skriva fleiri politiskar protestsangir, tí eg haldi ikki, at mín tónleikur í dag riggar sum eitt politiskt kúbein, sigur Eyðun Nolsøe, sum eftir páskir gevur nýggja fløgu út Eyðun Nolsøe var blaðungur, tá ið hann í 1984 var við til at syngja og spæla á fyrstu útgávuni hjá Frændum. Gjøgnum 80?ini og væl inn í 90?ini var Frændur bólkurin, har hann skrivaði og sang sínar sangir, og mong hitt liggja eftir honum frá hesari tíðini.

 

- Sum ungur hevur tú nógva orku, og tú vilt gjarna leita út á kantin á tí etableraða. Tú torir at standa ímóti, og tað er meira spennandi úti á eggini. Vit høvdu nógvar meiningar í Frændum ? um eystur og vestur, tjóðskaparspurningin og annað ? og vit skrivaðu politiskar sangir, sum hóskaðu til eina rættiliga svart-hvíta tíð við køldum kríggi og hernaðardubbing, sigur Eyðun Nolsøe við Sosialin mikukvøldið

 

- Hesin tónleikur átti avgjørt sína tíð og sítt pláss, og tað liggja nógvir sangir eftir Frændum, sum eg fegin spæli, tá ið eg havi framførslur. Hinvegin havi eg ikki stórvegis hug at skriva fleiri politiskar protestsangir, tí eg haldi ikki, at mín tónleikur í dag riggar sum eitt politiskt kúbein, sigur hann.

 

Samrøðan við Eyðun Nolsøe kann lesast í fullum líki í Páskablaðnum í Sosialinum.