Víkingur - FH: 0-2, samanlagt 1-3.
Liðugt. Dómarin hevur bríkslað dystin av og FH vann at enda 2-0. Fyrra málið kom í 79. minutti, tá Steve Lennon sendi brotsspark í mál. Andreas Lava Olsen fekk reytt kort í tí sambandi. Seinna málið kom tá klokkan vísti 90 minuttir og Víkingur satsaði fyri at fáa útjavnandi málið. Tað var Thórarinn Valdimarsson, sum skoraði seinna málið hjá FH.
FH var betra liðið og hevði bæði bóltin meiri og teir vandamiklaru málmøguleikarnar, men bæði víkingaspælarar og -fjepparar munnu ilskast um dómaraavrikið á Tórsvølli í kvøld. Sjáldan fullu avgerðirnar til teirra fyrimun í sokallaðum 50/50-støðum.
Ikki fyrr enn nú, eini fimm minuttir eftir dystarlok, eru seinastu víkingaspælararnir farnir av vøllinum eftir at hava kjakast við bæði dómara, linjuverja og umboðsmann hjá UEFA. Fagnaðurin hjá FH er stórur, men vónbrotið hjá Víkingi líka stórt.
Víkingur byrjaði væl í einum annars rótutum dysti, men sum frá leið var tað FH, sum tók yvir. Tað er sigandi fyri dystargongdina, at Víkingur ongantíð megnaði at seta føroyska landsliðsmálverjan, Gunnar Nielsen, undir trýst.
Størstu málmøguleikarnar hevði FH, tá teir í fleiri førum sendu innlegg úr vinstru síðu yvir móti handaru stong. Einaferð skjeyt spælarin hjá FH upp um, meðan aðru ferð bjargaði Elias Rasmussen í Víkingamálinum meistarliga. Triðju ferð var Hanus Jacobsen á røttum stað og ruddaði burtur.
Tíðliga í seinna hálvleiki hevði FH aftur ein risa dupult-møguleika, men tað endaði við at skotið fór upp um.
Sum seinni hálvleikur leið, varð Víkingur trýstur longur og longur aftur. Í 77. minutti varð ein bóltur sendir innfyri frá høgru síðu móti handaru stong. Thórarinn Valdimarsson er á staðnum, men sendir bóltin framvið. Dómarin, ella kanska linjuverjin, metir tó, at Andreas Lava Olsen hálaði í íslendaran og forðaði honum. Tí varð bríkslað fyri brotssparkið. Andreas Lava Olsen fekk eisini reytt kort.
Víkingur royndi at trýsta eftir málið, men mótbrekkan var tung. Gjøgnum allan dystin hevði Víkingur fleiri lovandi álop, men tá seinasta avleveringin skuldi leggjast var hon ikki nóg neyv. So var eisini seinastu minuttirnar. Tá hendi so tað, sum kann henda í slíkum støðum. FH fær ein møguleika til eitt skjótálop móti eini Víkingaverju, sum stendur langt frammi og Thórarinn Valdimarsson er eirindaleysur og staðfestir tapið hjá Víkingi. 2-0 til FH og 3-1 samanlagt.
90 minuttir: So var 0-2. So er avgjørt her á Tórsvølli. Víkingur má nú skora trý mál, um teir skulu vinna. Tveir minuttir eru lagdir afturat.
89 minuttir: Vìkingur sendir alt fólkið fram, nú teir fyrst fáa eitt fríspark og síðani eitt horna. Frísparkið liggur væl inn fyri. Gunnar Nielsen kemur út, men nær ikki bóltin, sum í staðin dettur á høvdið á einum Víkingaspælara. FH-verjan sparkar út til horna. Hornasparkinum kemur tó einki burtur úr.
88 minuttir: Víkingur fremur sínar seinastu útskiftingar. Fróði Benjaminsen og Filip Djordjevic fara av vøllinum og Heðin Hansen og Hans Jákup Lervig koma inn.
83 minuttir: Støðan nú er, at FH liggur á odda samanlagt. Megnar Víkingur at skora, verður neyðugt við umdysti, 2x15 minuttir. Víkingaspælararnir ilskast meiri og meiri inn á dómaran. Í fyrra hálvleiki mest sum noktaði hann fyri at geva FH-spælarunum gul kort, tá teir steðgaðu skjótálopum Víkinganna. Síðani kom brotssparkið og reyða kortið til Andreas Lava Olsen og síðani tá hava verið fleiri harðir nærdystir, har Víkinga-spælararnir kenna seg burturdømdar.
79 minuttir: Gult kort til Atla Gregersen. Ýlini ljóða nú um vøllin, nú Steve Lennon hevur sent FH á odda 1-0. Tá FH spælararnir fegnast um málið, skumpar Atli Gregersen ein teirra fyri at fáa teir yvir um miðjuna, og fær gult kort afturfyri.
Líkt er til, at tað var linjuverjin, sum fekk dómaran at bríksla fyri brotssparkið, tí rúm tí gekk, frá bólturin var farin av vøllinum, til hann peikaði á brotssparksplettin.
76 minuttir: Brotsspark til FH. Og reytt kort. Dómarin hevur fyrst bríkslað fyri brotssparki og síðani fær Andreas Lava Olsen reytt kort. Ilt er at síggja, hvat dómarin dømdi brotsspark fyri, men møguliga hevur onkur hildið í einum FH-spælara, sum var um skjóta móti málinum.
75 minuttir: Thórarinn Valdimarsson skjýtur, men bólturin fer beint upp um. Hann fær møguleikan, tá Filip Djordjevic selir seg í eini roynd at náa bóltin.
72 minuttir: Enn einaferð er líka við at Víkingur sleppur ígjøgnum. Hesaferð verður Adeshina Lawal spældur ígjøgnum í høgru síðu. Hann setir fulla ferð móti baklinjuni og sendir síðani bóltin flatt innfyri. Andreas Lava Olsen er á veg í fullari ferð, men Gunnar Nielsen tveitir seg niður og fær fatur á bóltinum, áðrenn Andreas Lava nær hann.
Annars eru 3.034 áskoðarar á Tórsvølli í kvøld.
71 minuttir: Hetta er ikki ein dystur fyri puristarnar, sum man plagar at taka til. Lítið hevur verið at sæð til nakað vakurt fótbóltsspæl, men tað leggja øll ljósablá hjørtu minni í sum nú er. Støðan er enn 0-0 og tað er gott nokk hjá Víkingi.
67 minuttir: So fekk FH fríspark í sera vandamiklari støðu, okkurt um 20 metrar frá málinum, mitt fyri. Ilt er at siga, júst hvat dómarin dømdi fyri, men hann dømdi so. Aftur hesa ferð er tað Steve Lennon, sum skjýtir, men aftur hesa ferð fer bólturin upp um.
63 minuttir: Tveir hálvmøguleikar til Víking upp á tveir minuttir. Fyrst koma Víkingur í skjótum mótálopi og eru fimm ljósabláir móti tveimum hvítum. Sendingin hjá Filip Djordjevic tvørtur um vøllin er tó ov long og Andreas Lava Olsen má toyggja hvørja spong í likaminum, fyri at fáa fótin á bóltin og lagt hann inn fyri málið aftur. At enda megnar FH verjan at rudda undan, uttan at Víkingaspælararnir fáa skotið móti málinum.
Lítla løtu seinni verður Adeshina Lawal sendur avstað mitt fram eftir vøllinum. Bólturin støkkur tó nakað óheppið og øll ferðin fer úr honum, sum gevur miðverjunum hjá FH møguleikan at koma aftur um aftur. Adeshina Lawal fintar seg tó framvið øðrum, men tá hann so skal skjóta, rakar hann ikki bóltin, og Kassim Doumbia ruddar undan.
61 minuttir: FH skiftir út. Út fer Emil Pálsson og inn kemur Robert David Crawford. At síggja til kemur maður í mans stað, so enn spennir venjarin hjá FH ikki álopsbogan av álvara.
58 minuttir: FH trýstir Víking longur og longur aftur á vøllin, so nú standa teir níggju aftastu spælararnir hjá Vìkingi so gott sum og kringseta sín egna brotsteig. Tá teir royna at spæla bóltin út, eru íslendarar fyrstir á bóltinum, so lítið annað er at gera, enn at smekkað bóltin so langt vekk sum møguligt, fyri at fáa ein støðg av og á. FH megnar tó ikki at spæla seg inn um verjuketuna og roynir seg tí við onkrum hissini langskotið, sum tó fyribils ikki hava havt rætta kós.
53 minuttir: Aftur eitt innlegg úr vinstru síðu hjá FH, sum dettur niður í brotsteiginum hjá Víkingi, har Steven Lennon stendur ódekkaður og setur høvdið á, men langt upp um.
Víkingur hevur annars havt eina málroynd í seinna hálvleiki, men Andreas Lava Olsen fekk ikki ferð á stútaran og Gunnar Nielsen tók sær einfalt av bóltinum.
51 minuttir: Heldur ófantaligt verjuspæl frá Víkingi endar við, at FH sendir eitt gott innlegg úr høgru. Við handaru stong fær ein íslendari høvdið á bóltin millum fleiri Víkingaspælarar og fær sent bóltin út frá. Har stendur ein FH spælari mitt fyri, nærindis brotssparksmerkið og fær skotið fyrst eina ferð, sum tó verður støðgað av tveimum Víkingum, sum tveita seg niður, og síðani eina ferð afturat, men tá rakar bólturin ein Víkingaspælara og fer upp um til horna. Hornasparkinum spyrst lítið burtur úr.
46 minuttir: So er seinni hálvleikur settur í gongd og útgangsstøði er tað sama, sum tá dysturin byrjaði. FH má skora, um teir skulu koma víðari úr hesum umfarinum.
Í fyrra hálvleiki hevur FH havt bóltin meiri og hevur eisini havt teir vandamiklaru málmøguleikarnar. Elias Rasmussen stórbjargaði, tá ein FH-spælari stútaði bóltin móti málinum, dygst úti við høgru stong og ein annar sendi bóltin upp um, tá hann fekk møguleikan við aftaru stong. Beint áðrenn hálvleik sendi Steven Lennon eitt fríspark dygst yvir málið.
Víkingur hevur havt tvey skot móti málinum, men hvørki Sorin Anghel ella Fróði Benjaminsen megnaðu at raka málið.
Hálvleikur: Øll, sum elska Víking hoppa nú, hoppa nú rungar um Tórsvøll, nú dómarin hevur brísklað fyri hálvleiki. Í tíðini, sum dómarin hevði lagt afturat bríkslaði hann fyri frísparki beint uttan fyri brotsteigin. Tað sá fyrst út til, at hann metti, at taklingin var í lagi, men valdi síðani at brísklað, tá Víkingaverjan hevði ruddað bóltin burtur.
Steven Lennon tók frísparkið, men sendi bóltin dygst yvir málið.
41 minuttir: Nær við er ikki nóg mikið. Víkingur fer í eitt skjótt mótálop, tá Kassim Doumbia glíður og Sølvi Vatnhamar sleppur framvið. Hann leggur bóltin til Adeshina Lawal, sum verður taklaður, men vinnur bóltin aftur, men tá er íslendska liðið komið upp á pláss. At enda sendir Andreas Lava Olsen ein bólt hart og flatt inn fyri, men verjan hjá FH ruddar undan. Gunnar Nielsen hevur framvegis ikki havt tørv á at gera eina bjarging.
37 minuttir: FH hevur enn eitt horna. Tað verður tikið stutt og síðani lagt út frá málinum, har Bödvar Bödvarsson er fyrstur á bóltinum, men sendir hann eini fimm metrar við síðunar av.
33 minuttir: Sorin Anghel hevði ein góðan møguleika, men rakti ikki bóltin nóg væl og hann fór væl uppum. Tað var eitt fríspark frá Víkingi, sum í fyrstu atløgu bleiv ruddað burtur, út til Sorin Anghel. Hann legði bóltin út til vinstru til Fróða Benjamin, sum sendi eina høga sending inn í brotsteigin. Atli Gregersen við aftaru stong stútaði bóltin út frá málinum aftur, har Sorin Anghel gjørdi seg kláran og meddaði, men fluktarin fór væl upp um málið.
Gott lag er annars á Víkingafjepparunum. Stundum rungar sangurin og lógvabrestirnir um allan vøllin. Langsíðan er so gott sum fullsett í góðveðrinum í Gundadali í kvøld.
29 minuttir: Andreas Lava Olsen ger seg eyðmerktan beinanvegin. Sorin Anghel tekur eitt innkast fram eftir vøllinum í høgru síðu og Andreas Lava Olsen boyggir seg niður. Bólturin rakar tí íslendaran, sum dekkar Andreas Lava Olsen, men føroyingurin hugsar skjótari og dregur seg framvið. Hann leggur ein góðan bólt inn áraka brotsteigin, har Fróði Benjaminsen roynir seg við einum hálvfluktara, sum tó fer framvið málinum.
Løtu seinni roynir FH seg við enn einum langskoti, men tað hevur kós mitt á Elias Rasmussen, sum einfalt bjargar.
26 minuttir: Víkingur ger sína fyrstu útskifting. Av vøllinum fer Hans Jørgen Djurhuus, sum sær út til at vena seg eitt sindur, meðan Andreas Lava Olsen kemur inn. Andreas Lava Olsen leggur seg á høgra vong, meðan Gunnar Vatnhamar fer inn á plássið hjá Hans Jørgeni Djurhuus.
FH hevur framt eina ørgrynnu av fríspørkum í dystinum, fyri at forða fyri, at Vìkingur sleppur í skjót mótálop, men fyribils hevur dómarin valt at halda kortunum í lummanum.
FH hevur spakuliga tikið yvir her á Tórsvølli. Teir mugu jú skora minst eitt mál, um teir skulu koma víðari úr hesum Champions League-umfarinum. Seinastu løtuna hava teir tvær ferðir skotið upp um, tó uttan at vandi veruliga hevur verið á ferð.
22 minuttir: Triðja innleggið úr vinstru síðu hjá FH. Hesaferð sleppur ein íslendingur nærmast ótarnaður at seta høvdið á bóltin mitt fyri málið. Bólturin hevur kós dygst úti við høgru stong, men Elias Rasmussen tveitir seg og fær vart fyri. Síðani er hann skjótur á fótum aftur og fær tikið bóltin, áðrenn nakar íslendari raknar við aftur.
18 minuttir: So skuldi næstan verið 1-0 til FH. Aftur eitt gott innlegg úr vinstru yvir móti handaru stong og har stendur Thórarinn Valdimarsson einsamallur, fær fótin á bóltin, men sendir hann upp um málið.
16 minuttir: So kom lív í dystin. Ein himmalhøgur bóltur verður sendur fram á FH-hálvuna, og Adeshina Lawal fær bóltin. Hann sendir hann tvørtur um til ein púra leysan Sølva Vatnhamar, men ein FH-verjuleikari fær forðað avleveringini. Bólturin støkkur tó aftur inn móti FH-málinum, men tá kemur Gunnar Nielsen út og tekur bóltin, áðrenn Sølvi Vatnhamar fær tánna á.
15 minuttir: FH fær fyrsta hornasparkið í dystinum, men Vìkingaverjan ruddar bóltin burtur og út til innkast. Innkastið verður tó kastað nærum líka langt inn sum hornasparkið, men tá blæsur dómarin fyri frísparkið, tí hann metir, at Kassim Doumbia hevur skumpað Filip Djordjevic inni í brotsteiginum hjá Víkingi.
12 minuttir: Risa møguleiki til FH. Bödvar Bödvarsson sendir ein bólt innfyri Víkingamálið úr vinstru síðu, sum sær út til at vera á veg av vøllinum, men við aftaru stong fær ein FH spælari fótin á bóltin og fær sent hann inn fyri málið aftur. Tíbetur fyri Víking var tað Hanus Jacobsen, sum stóð har og fekk ruddað bóltin burtur.
Víkingur stendur annars væl á vøllinum, og teir leggja stóran dent á ikki at geva íslendsku spælarunum hvørki tíð ella rúm at spæla á. Vert er at leggja sær í geyma, at tað er FH, sum má skora, Víkingur liggur soleiðis sæð á odda í uppgerðini, orsaka av útivallarmálinum.
10 minuttir: Enn bíða vit eftir fyrsta veruliga málmøguleikanum. Sorin Anghel, sum í dag spælir á høgra bakki hjá Víkingi, smæðist ikki við at fara framvið í høgru síðu, tá Vìkingur hevur bóltin, men tá innleggini koma ruddar stóri og sterki Kassim Doumbia í miðverjuni hjá íslendingum burtur.
4 minuttir: Enn hevur hvørki liðið sett seg ordiliga á dystin. Nærmast ein málmøguleika var Víkingur, tá eitt fríspark varð sent inn í brotsteigin og síðani dalaði til Hans Jørgen Djurhuus á brotsteigarmarkinum. Hann fekk tó ikki skot á bóltin og síðani spurdist einki burtur úr.
So er dysturin skotin í gongd, Víkingur, í ljósabláum troyggjum og svørtum brókum, spælir oman móti býnum, móti Effo-støðini, meðan FH, í hvítum, spælir móti Fimi og Svimijihøllini.
Uppstillingin hjá Víkingi er Elias Rasmussen - Sorin Anghel, Atli Gregersen, Erling Jacobsen, Hanus Jacobsen - Gunnar Vatnhamar, Hans Jørgen Djurhuus, Fróði Benjaminsen, Filip Djordjevic - Sølvi Vatnhamar- Adeshina Lawal. Á beinkinum eru Bárður á Reynatrøð, Andreas Olsen, Heðin Hansen, Hans Pauli Samuelsen, Jákup Olsen, Hans Jákup Lervig og Ási Dalheim Rasmussen.
Íslendska liðið er mannað við føroyska landsliðsmálverjanum Gunnari Nielsen, Pétur Vidarsson, Bergsveinn Ólafsson, Steven Lennon, Emil Pálsson, Thórarinn Valdimarasson, David Vidarsson, Atli Gudnason, Kristján Floki Finnbogason, Kassim Doumbia og Bödvar Bödvarsson.
Fólk tysja inn á Tórsvøll, nú tað stundar til byrjan av Champions League dystinum millum Víking og íslendska FH. Eini 1.500 atgongumerki eru seld í forsølu og fleiri munnu fara at leggjast afturat, nú veðrið er av tí allarbesta niðri í Gundadali. Atgongumerkini kosta 100 krónur og ókeypis er fyri børn undir 16 ár.
Úrslitið í fyrra dystinum í Íslandi var 1-1, so útgangsstøði hjá Víkingi er sum so einfalt: Um FH ikki megnar at skora, er einsamalla útivallarmálið hjá Vìkingi nokk at fáa Vìking víðari í kappingini. Tó so, neyvan er tað skilagott at leggja seg aftur á at verja málið í samfullar 90 minuttir móti íslendsku meistarunum.
FH skal vinna dystin ella skora minst tvey mál, um dysturin endar við javnleiki. Skuldi dysturin enda 1-1, verður spælt 2x30 minuttir eykatíð og síðani, um enn er á jøvnum, verður brotssparkskapping.
Venjarin hjá Víkingi, Sámal Erik Hentze, dylir tó ikki fyri, at føroysku meistararnir fara at leggja dent á verjupartin aftur í kvøld.
- Vit vera varnir í útgangsstøði og leypa ikki framav. Tað eru jú teir, sum skulu skora mál, so tað verður nokk eitt verjukent útganggstøði frá okkum, segði hann við in.fo fyrr í dag.
Les eisini: Bagge hevur uppleggið klárt
Tað er eingin loyna, at í løtum var nógv trýst á føroyska málið í Íslandi, so spennandi verður at síggja, hvussu leikur fer í kvøld.
Sum altíð sigur Rás 2 frá dystinum, eins og at in.fo fer at hava beinleiðis dagføring frá dystinum, sum byrjar klokkan 19.
Les eisini: Hesir byrja hjá Víkingi