Liðugt til 120 ára dagin

Trongisvágur: Í morgin fer ein stórhending fram innan ítróttarheimin á Tvøroyri.


Tá fer borgarstjórin, Kristin Michelsen at seta spakan í til ta stóru verkætlanina, sum hevur fingið heitið Suðuroyar Ítróttardepil.

Ætlanin er her, at hesin fyrsti spakin skal gerast til ein sannan ítróttardepil við bæði fótbóltsvølli og ítróttarhúsi.

Men dult verður kortini ikki fyri, at ein so líðandi ætlar at menna og útbyggja henda depilin, soleiðis at hann eisini fer at hava bæði svimjihyl og eitt baðiland.

- Vit hava frammanundan ítróttarhøllina í Trongisvági, og tí verður miðað eftir at savna alt hetta ítróttarliga virksemið her á einum og sama staði, hevur borgarstjórin áður sagt við miðlarnar.

Tann stóri spurningurin er, nær arbeiðið verður liðugt. Her eru bæði fyrireikarar og borgarstjóri púra samd:

Komandi ár fyllir Tvøroyrar Bólkfelag 120 ár. Og tá skal alt verða liðugt, soleiðis at TB kann spæla sínar heimadystir í Vodafone-deildini á vøllinum í Suðuroyar Ítróttardepli í Trongisvági. 



FAKTA


16 mió+

Fyrsti parturin av verkætlanini snýr seg um jørð- og lendisarbeiðið, sum fyritøkan Articon í Havn skal standa fyri. Hesin parturin kostar 6,4 millliónir krónur.

Tað er Westtech í Sørvági sum hevur prosjekterað og hevur eftirlitið við byggingini av Suðuroyar Ítróttardepil, ið helst fer at kosta omanfyri 16 milliónir krónur.