Liðugt tá hondbólturin byrjar

Hesar seinastu mánaðirnar eru framdar fleiri ábøtur í høllini á Hálsi. Nú sæst ein endi á hesum arbeiði.

Talan er um fyrsta stig av bráðfangis ábótum, sum býráðið hevur samtykt at gera. Økið er enn arbeiðsøki, men verður avhandað í næstum.

- Sum heild heldur upprunatíðarætlanin, verður sagt úr Tórshavnar kommunu.

Arbeiðini verða gjørd liðug í tveimum, soleiðis at tiltøkini verða hildin ótarnað. Avhendingin er avtalað at verða soleiðis, at sunnari endin, tað er tvey skiftirúm og tilhoyrandi vesi, umframt tey almennu vesini og alt uttandura arbeiðið, kann avhendast 9. september.

23. september verða tey seinastu tvey skiftirúmini og tilhoyrandi wc avhend. Við hesum kann Evropacupdysturin hjá Neistanum sum ætlað vera tann 11. september, og Vestnorden Travel mart vera 14. og 15. september. Alt arbeiðið skal verða liðugt til hondbóltskappingin byrjar tann 25. september, sum eisini upprunaliga var ætlað.

Leggjast skal afturat, at økið uttan um høllina, tað sum í dag er avsperrað arbeiðsøki, verður avviklað tann 9. september, soleiðis at hetta økið aftur verður sum áðrenn arbeiðið byrjaði.