KÍ hevur í kvøld fyri fyrstu ferð í søguni spælt seg í 2. umfar í Europa League-undankappingini. Hetta gjørdu teir eftir 0-0-javnleik á Svangaskarði ímóti FK Riteriai úr Litava. KÍ spælir seg víðari eftir 1-1-javnleik á útivølli og harvið eftir regluni um fleiri útivallarmál.
Í fyrra hálvleiki í kvøld høvdu Patrik Johannesen og KÍ størsta málmøguleikan og sum heild eisini munin, men tað kom einki mál.
Í seinna hálvleiki var stríð um at seta seg á dystin, og KÍ helt sum heild gestunum burtur frá stóru málmøguleikunum. Í síðstu løtu kom tó eitt trýst á KÍ-málið, har tað einu ferðina var sera tætt við at FK Riteriai stjól sigurin, men KÍ megnaði at verja fyri til síðsta bríksl.
KÍ hittir sveisiska FC Luzern í 2. umfari. Teir dystirnir verða spældir ímillum 23. og 25. juli og so 1. august.
KÍ - FK Riteriai 0-0 (0-0)
- samanlagt 1-1 og KÍ er víðari eftir regluni um útivallarmál
---
HB hevði eina trupla uppgávu heima í Gundadali í kvøld, tá ið teir skuldu royna at venda einum 3-0-tapi frá fyrra dystinum ímóti finska HJK Helsinki í Champions League-undankappingini, men føroyameistararnir góvu seg ikki so.
Hóast skerdir uttan lyklaleikaran, Adrian Justinussen, og nýliga heimkomna profilin, René Shaki Joensen, so megnaði HB at spæla seg væl innaftur í samlaða dystin.
Fyrst var tað Sebastian Pingel, sum eftir góðum korteri legði HB á odda 1-0, og tá ið Lasse Andersen so økti til 2-0 góðar 10 minuttir inn í seinna hálvleik, so var aftur víðopið.
Hetta vardi tó ikki leingi, tí einans fáar minuttir seinni minkaði innskifti Riku Riski til 2-1. Nú skuldi HB brádliga hava trý mál fyri at koma víðari, og sami Riku Riski gjørdi støðuna enn verri fyri HB, tá ið hann eitt korter fyri leiklok javnaði til 2-2.
Uppgávan hjá HB var vónleys, sum tó royndi at leggja nógv fyri í royndini at vinna uppgerðina í kvøld og samstundis nøkur stig til føroyskan fótbólt. Tað komu tó ikki fleiri mál, og við 2-2-javnleiki í kvøld er HJK Helsinki víðari við samlaðum 5-2-sigri.
HB sleppur nú við í Europa League, har teir skulu møta norska Rosenborg ella norðurírska Linfield.
HB - HJK Helsinki 2-2 (1-0) - samanlagt 2-5
1-0: Sebastian Pingel, 17.
2-0: Lasse Andersen, 56.
2-1: Riku Riski, 60.
2-2: Riku Riski, 74.