Liðugt at telja í Tunesia

Tann islamistiski flokkurin Ennahda vann valið í Tunesia. Tann almenna valnevndin kunngjørdi í kvøld, at Emnahda fekk 41,4 prosent av atkvøðunum og fær 90 av teimum 217 tinglimunum.

Tað nývalda tingið skal skriva eina nýggja grundlóg og skipa eina starvsstjórn.

Tað sokallaða arabiska várið byrjaði í Tunesia, tá ein fruktseljari setti eld á seg sjálvan fyri at mótmæla einaræðinum.