Gott samstarvið millum Skógrøkt á Umhvørvisstovuni og Klaksvíkar, Tvøroyrar og Tórshavnar kommunurnar er orsøkin til, at arbeiðið at taka upp eftir skaðarnar frá ódnunum seinasta vetur hevur gingið væl betur enn væntað.
Hóast nógv er gjørt, er ein tó ikki enn komin á mál við at fáa økini aftur í fullgóðan stand.
- Nú kunnu tey vitjandi í viðarlundunum ekkaleys njóta hesi økini uttan ampa frá skaddum trøum og tílíkum. Og til ber somuleiðis at kunna seg við, hvussu harðliga náttúrukreftirnar leika í, tá illa vil til, verður sagt av Umhvørvisstovuni.
Høvuðsarbeiðið hevur verið í viðarlundunum í Havn og í Hoyvík, í tøttum samstarvi við býargartnaran hjá Tórshavnar kommunu. Tað eru Tórshavnar kommuna og Landsstýrið sum eiga viðarlundirnar í hesum plássum.
Harumframt hava fólk frá Skógrøkt verið ávísar dagar í Suðuroy og arbeitt saman við røktaranum hjá Tvøroyrar kommunu og hansara fólki, bæði í ávikavist Viðarlundini í Trongisvági og eisini í Viðarlundini við Suðuroyar Sjúkrahús. Á samsvarandi hátt hevur verið arbeitt saman við býargartnaranum hjá Klaksvíkar kommunu.
Mynd: Fleiri gamlar kempur í Viðarlundini í Trongisvági máttu lúta fyri ódnunum í vetur (www.us.fo)