Liðugt at grovplanera

Arbeiðið at gera nýggjan fótbóltsvøll á hólmanum á Eiði gongur sína gongd. Nú eru stig tikin til at fáa grovplaneringina frá hondini. Bygdaráðið samtykti týsdagin í næstsíðstu viku at taka av tilboði frá lastbilafyriøkuni hjá Hans Egil Joensen og synum, sum skulu gera grovplaneringina lidna. Hetta sama felagið hevur staðið fyri arbeiðnum higartil, og teir høvdu væl lægsta tilboðið upp á restina av arbeiðnum, upplýsir Jógvan í Skorini, borgarstjóri á Eiði.

Sáttmáli er undirskrivaður, og teir rokna við, at tað verður farið undir arbeiðið í komandi viku.

Á myndini síggjast Trúgvi Joensen og Jóhan Joensen frá lastbilafyritøkuni saman við Jógvani í Skorini borgarstjóra og Konradi Joensen limi í fíggjarnevndini.