Liðug við B4-venjaraskeið

Í vikuni vórðu 16 venjarar lidnir við B4-venjaraskeiðið hjá Fótbóltssambandinum. Skeiðið byrjaði 14. mars og endaði 13. juni.

 

Hesum boðar Fótbóltssambandið frá umvegis heimasíðu sína.

 

B4-venjaraskeiðið hjá Fótbóltssambandi Føroya er seinasti partur av B-venjaraútbúgvingini, og eftir at luttakararnir hava luttikið í allar 160 tímarnar, sum B-venjaraútbúgvingin varðar, kunnu hesir nú fara til próvtøku í august-september, og harvið royna at fáa UEFA B-prógvið.

 

Skeiðið, sum endaði í hesi vikuni, byrjaði 14. mars, og hevur skift millum ástøðiligt og praktiskt. Hvør luttakari hevur havt egnan vegleiðara, ið tríggjar ferðir hevur vitjað viðkomandi luttakara úti í felagnum til venjing við egnum liði. Vegleiðararnir hava verið Hegga Samuelsen, Áki Johansen, Eyðun Klakstein, Pauli Poulsen, Álvur Hansen og Petur Simonsen.

 

Seinasta kvøldið luttakararnir vóru saman, vitjaði Hans Fróði Hansen, ið til dagliga er venjari hjá TB, har hann greiddi frá sínum royndum við tí mentala partinum av fótbóltinum.

 

Umframt Hans Fróða Hansen, hava Eli Hentze, Áki Johansen, Álvur Hansen og Petur Simonsen eisini verið instruktørar til B4-venjaraskeiðið.

 

Av teimum 16 luttakarunum, ið hava luttikið á B4-venjaraskeiðnum hesaferð, vóru tvær kvinnur. Sostatt eru higartil tríggjar kvinnur, sum eru lidnar við B-venjaraútbúgvingina hjá FSF.