Óli Holm hevur verið formaður í Fótbóltssambandinum seinastu tvey árini, og hann er til reiðar at taka við afturvali á aðalfundinum 18. februar.
Tað er ein ringur vani at trekkja seg, bara tí tað lotar úr hanakjafti. Eg eri til reiðar at taka dystin upp við Birgir Enghamar, sigur Óli Holm.
Hvat sigur tú til, at 15 feløg eru við til at skjóta hann upp ímóti tær?
Ja, eg kann bara staðfesta, at hesi feløgini hava tikið seg saman um uppskotið, meira havi eg ikki at viðmerkja.
Gott við vali
Óli Holm hevur drúgvar royndir í arbeiðnum í Fótbóltssambandinum, og eftir nakað av ófriði var um formanssessin fyri tveimum árum síðani, endaði tað við, at Óli Holm varð valdur, eftir at fleiri onnur valevnið stillaðu upp og trektu seg.
Nú skal Óli kappast við Birgir Enghamar um formanssessin, men hann sær einki galið í hesum.
Tað er gott, at feløgini hava tvey valevni at velja ímillum, sigur Óli Holm.










