Eins og undanfarin ár, so verða liðtíðindir at lesa í Sosialinum undan hvørjum umfari í Betri-deildini. Hetta er eitt yvirlit yvir leikarar, sum eru skaddir, hava leikbann ella av einhvørjari orsøk ikki eru við í komandi dysti.
Eisini er yvirlit yvir teir leikarar, sum eru klárir at spæla aftur. Undirtøka er fyri hesum yvirlitinum í blaðnum, har Sosialurin hevur tvær síður av upptakt hvørt umfar, ið er fyri framman.
Fyrstu liðtíðindini eru at síggja í Vikuskiftissosialinum, ið júst er komin út, og longu nú er greitt, at fleiri profilar mugu sita uttanfyri í fyrsta umfari í Betri-deildini, sum verður spælt nú sunnudagin.










