FF-valið
Dan R. Petersen man vera tað valevnið til felagsformansvalið í FF hesaferð, sum hevur ført spískasta pennin, og serliga hevur hann funnist at sitandi formanni fyri – eftir sínum tykki - at hava gjørt ov lítið á ávísum økjum.
Dan hevur soleiðis havt nøkur ávís mál í síni valskrá, sum hann meinar liggja á láni hjá FF.
Ítøkilig valskrá
Á valfundinum legði hann dent á, at verður hann valdur í formansstarvið, skal sáttmálin haldast, fiskimenn skulu hava eina virðiliga pensjónsskipan, avrokningar skulu koma til tíðina, arbeiðsumhvørvið umborð á skipunum skal betrast, tryggingarviðurskiftini skulu betrast og fiskimenn, sum gerast arbeiðsleysir, skulu hava eina smidligari atgongd til ALS. Aftrat hesum skal skrivstova FF's veita fiskimonnum eina betri tænastu, og FF-blaðið skal gerast meira viðkomandi.
Dan nýtti eisini høvið at greiða frá sínari egnu bakgrund, nú hann hevur gjørt av at lata seg stilla upp.
- Eg eri uppvaksin í fiskimannaheimi og sigldi sjálvur sum blaðungur í nøkur ár, áðrenn eg fór á læraraskúla. Síðan havi eg altíð verið til sjós upp ímillum, eisini hesi seinnu árini.
Hvassur pennur
Valevnið segði, at tá ið heitt hevur verið á hann um at stilla upp, hildu menn tað vera neyðugt, at mótvalevnið til Óla Jacobsen, sum hevur sitið í 36 ár, mátti vera ein skrivandi maður.
- Tað eru so nógvir, sum hava verið í holt við sitandi formann, men hann hevur syft hesar sum ein vøtt, sum Dan tók til.
Í hesum sambandi nevndi hann bæði Ellint Patursson, Ísak Matras, Absalon Absalonsen og Dánjál Jákup Jørgensen, ið var hin seinasti, sum stillaði upp ímóti Óla fyri 18 árum síðan.
- Teir, sum hava heitt á meg um at stilla upp, hildu, at eg kundi geva sitandi formanni eitt virðiligt mótspæl, sum hann tók til.
Vantandi virðing
Í sínum valstríði hevur Dan gjørt nógv burtur úr, at ikki allir fiskimenn fáa sín ágóða til tíðina, og hann hevur eisini gjørt nógv burtur úr, at ikki allir reiðarar vilja gjalda fyri tað, sum menn gera, meðan skipið er í havn.
Dan hevur kanska serliga fýlst á, at summir reiðarar "konsekvent", sum hann tók til, ikki vilja gjalda fyri ístøku, ið kann taka einar 2-3 tímar.
- Tað er eingin meining í, at reiðarar skulu sleppa við ikki at rinda monnum tað, teir sambært sáttmálanum eiga.
Hann segði, at tað eru langfarafiskimenn, sum hava bíðað eftir avrokningini upp í tríggjar mánaðir, og hesa tíðina noyðast familjurnar av liva av forskoti, sum hann helt vera óvirðiligt í so langa tíð.
- Eg haldi, at reiðarar eins og aðrir arbeiðsgevarar eiga at vísa fólki størri virðing, legði hann dent á.
Dan segði, at tá tað í Íslandi ber til at avrokna manningina eftir tveimum døgum, sum hann tók til, átti hetta eisini at borið til hjá føroyskum reiðarum.
- Hetta er bert vantandi virðing, helt hann fyri.
Lægri pensjónsaldur
Valevnið helt, at tað ikki hevði verið meira enn rímiligt um fiskimenn, sum ofta eru útslitnir í rímiliga góðum árum, kundu fingið tilboð um pensjón nøkur ár fyrr enn vanligt.
- Eitt er tann kropsligi lparturin, annað er oyruni, og tað er valigt, at fiskimenn eru hálvdeyvir um fimmti ára aldur.
Dan R. Petersen segði, at teir, sum sigla við trolara, ofta liva undir ólýðiligum larmi, eitt nú av ketum og breidlum.