DANMARK 1. DEILD
Óli Johannesen hevur í tíggju ár verið sjálvskrivaður miðverji og harvið aftasti verjuskansi á landsliðnum. Síðani Christian Høgni Jacobsen fór til Danmarkar, hevur hann verið gott boð upp á álopsspælara á landsliðnum.
Síðsta heyst og aftur í vár var Christian Høgni Jacobsen vongverji hjá Vejle. Síðani hann fyri tveimum mánaðum síðani flutti aftur til Hvidovre, hevur Óli Johannesen verið fremsti álopsspælarin á 1. deildarliðnum.
Vejle skifti venjaran út fyri tveimum vikum síðani. Síðani Henrik Brandenburg tók um stýrisvølin hava boð ikki verið eftir Christian Høgna. Hann hevur hvørki verið á liðnum ella á beinkinum. Frammanundan venjaraskiftinum hevði tað ikki gingið væl hjá Vejle. Nú ber ikki til at siga annað, enn at tað gongur væl. Vejle hevur spælt tveir dystir, síðani teir fingu nýggja venjaran, og teir hava vunnið báðar ferðir.
Sunnudagin hevði Vejle á heimavølli vitjan av gamla stórfelagnum í Odense, B1909. Árstalsfelagið er rættuliga spert og er aftast í 1. deild. Støðan gjørdist ikki betri sunnudagin, tá ið Vejle vann 4?3 ímóti B1909.
Stóri maðurin á Vejle liðnum var Ulrik Balling, sum í fjør spældi fýra dystir við NSÍ. Longu tá ið 23 sekund vóru farin kom B1909 á odda, men Ulrik Balling syrgdi bæði fyri útjavnandi málinum og leiðslumálinum til 2?1. Málini vórðu skorað í ávikavíst 17. og 21. minutti. Tað seinna var eitt fínt langskot úr 16 metrum.
Í síðstu løtu
Hvidovre er illa fyri í botninum í 1. deild. Teir eru á plássinum júst omanfyri strikuna, men teir eru so tætt at niðurflytingarplássi, sum teir kunnu vera. Hesa ferð vóru teir á Eysturbrúgv og spældu ímóti Skjold. Tað gekk javnt á, og tá ið vanliga leiktíðin var um at vera farin bendi alt á, at liðini skuldu fáa eitt stig í part. Men so var tað, at fremsti álopsspælarin hjá Hvidovre og aftasti verjuskansin á føroyska landsliðnum, Óli Johannesen, tók søkina í egnar hendur og skoraði sigursmálið fyri Hvidovre.
Herfølge er framvegis nógv besta boðið upp á uppflyting. Teir eru fimm stig frammanfyri næstfremsta liðið. Hesa ferð var Herfølge á útivølli í Odense ímóti B1913, sum noyddist at leggja rygg til 3?0 tap. Chris Hermansen, sum eisini var á liðnum hjá Herfølge, tá ið Jákup Mikkelsen var í felagnum, skoraði tvey mál.
Frem er næstfremst. Í Valby høvdu teir vitjan av grannunum úr Brønshøj, sum taptu 2?1. Hetta var bara fjórða ferðin í hesum kappingarárinum, at tað eydnaðist Frem at vinna á heimavølli. Hetta var tíggjundi landskappingardysturin hjá teimum í Valby Idrætspark.
Johan Byrial Hansen spælir við Horsens, sum er undir niðurflytingar strikuni. Hesa ferð var Horsens partur av grannauppgerð í Århus, har FC Aarhus vann 2?1.
Mest óvæntaða úrslitið í 1. deild hetta vikuskiftið var, tá ið B93 vann 1?0 á útivølli ímóti HFK Sønderjylland.
Fredericia hevur ongantíð gjørt serligar skreytir í donskum fótbólti. Tað fara teir neyvan heldur at gera í hesum umfarinum. Men eftir 1?0 sigurin á Ølstykke, eru teir komnir fram á triðja plássið. So høgt hava teir neyvan nakrantíð áður verið.
HIK vann á heimavølli 3?1 á Randers Freja, sum longu í 3. minutti misti ein mann.