Føroyski landsliðsliðskiparin, Óli Johannesen, skoraði í síðnum fyrsta dysti, síðan hann vendi aftur til Hvidovre. Leygardagin leikti Hvidovre venjingardyst i Lyngby og tapti 2-1. Óli Johannesen minkaði um munin uppá beinleiðis fríspark, eftir Lyngby hevði lagt seg á odda 2-0 frammum við tveimum málum.
Óvist við John Hera
Tá Hvidovre sunnudagin fær vitjan av FC Århus, vera møguliga tveir føroyskir leikarar við í Hvidovre-hópinum. Umframt Óla Johannesen, so venur John Heri Dam í løtuni eisini í Hvidovre.
Hann er ímillum 24 leikarar, sum royna at vinna sær pláss millum teir, sum skulu vera við ímóti FC Århus. John Heri var ikki tøkur til dystin ímóti Lyngby, og mikudagin spældi hann á 2.liði hjá Hvidovre.
Fríggjadagin fer Hvidovre venjarin, Jan Christensen, at kunngera hópin til dystin ímóti FC Århus.










