FS Vágar
Tað var ein heldur skakkur liðskipari hjá FS Vágum, sum í gjár varð uppringdur av nevndini hjá felagsliðnum.
- Eg varð ringdur upp um hálvgum sjey tíðina, og fekk at vita, at MB hevði tikið seg úr samstarvinum við FS. Eg visti so ikki nakað sum helst um hetta, men sum eg havi skilt tað, so var kanska onkrir aðrir, sum høvdu varhugan av tí, sigur Birgir Joensen.
Og Birgir tykist eisini vera skjótur at staðfesta, at fyri sær tykist tað sera løgið, at samstarvið so brádliga skal slitna, uttan at partarnir í málinum eru kunnaðir um tað.
Avrikini verða óbroytt
Enn eru tó í minsta lagi 16 dystir eftir at leika, áðrenn kappingarárið er liðugt, og fram til hetta, so skulu leikararnir í FS Vágum stríðast saman. Líka mikið um hesir eru úr Miðvági, Sandavági ella sum hjá Birgir, úr Sørvági.
Roknar tú ikki við, at hetta kann gerast nakað, sum fer at ávirka liðið negativt?
- Nei. Tað haldi eg ikki. Sjálvandi vita leikararnir nú av, at umstøðurnar í framtíðini verða broyttar. Tað er sjálvandi óheppið í sjálvum sær, men eg rokni tó ikki við, at hetta fer at ávirka spælið. Har rokni eg við, at vit framhaldandi fara at stríðast eins væl, sigur hann.
Men eftir kappingina skulu tit so leika innanhýsis um, hvar ávíkavist MB og SÍF skulu spæla. Verður tað ikki ein margháttlig støða, og hvussu fert tú sum liðskipari og sørvingur at fyrihalda teg í hesum?
- Eg kann so bara siga tað, at eg fari so aldrin at stuðla MB í einum slíkum dysti. Eg dugi snøgt sagt ikki at síggja, hvussu MB nakran tíð skal megna nakað einsamalt, er kontanta svarið frá liðskiparanum til hetta seinasta.










