Andreas Mortensen, sum í ár hevur verið liðskipari hjá Fremad Amager, fer ikki við liðfeløgunum upp í donsku 1. deild. Hann hevur leingi ivast í framtíð síni sum spælari, og herfyri skrivaði hann undir sáttmála við Slagelse, sum er partur av 2. deild. – Tá Slagelse greiddi mær frá teirra ætlanum, samstundis sum teir buðu mær trý-ára sáttmála, ivaðist eg ikki. Og nú gleði eg meg til nýggju avbjóðingarnar her, sigur Andreas Mortensen í tíðindaskrivi til donsku fjølmiðlarnar.