Fyrstu dystirnir í 13. umfari í Premier League hava verið í dag. Manchester City og Liverpool halda fram við at fylgjast í oddinum. Bæði vunnu greitt á útivøllli. City vann 4-0, meðan Liverpool vann 3-0.
Manchester City gjørdi skjótt av í London, har teir vóru á vitjan hjá West Ham. David Silva, Raheem Sterling og Leroy Sane skoraði allir í fyrra hálvleiki. Av tí sama kom heldur ikki spenningur í dystinum. Leroy Sane staðfesti sigurin í yvirtíðini.
Á Vicarage Road var spenningur í tað mesta av dystinum, tá Liverpool vitjaði Watford. Ikki fyrr enn í seinna hálvleiki megnaði Mo Salah at leggja Liverpool á odda. Eitt korter fyri tíð økti Trent Alexandar-Arnold við beinleiðis frísparki.
Nú sá út til, at Liverpool hevði vunnið dystin, men stutt seinni fekk Jordan Henderson, liðskiparin hjá Liverpool, sítt seinna gula kort. Watford trýsti, men tað endaði við mótálopi, har Roberto Firmino skoraði til 3-0.
Manchester United spældi málleysan javnleik á Old Trafford móti Crystal Palace. Everton bjóðar av um Champions League plássini við 1-0 sigri á Cardiff, meðan Claudio Ranieri vann sín fyrsta dyst sum venjari hjá Fulham.
Í kvøld tekur Tottenham móti Chelsea.
Premier League 13. umfar:
Brighton & Hove Albion 1 - 1 Leicester City
Everton 1 - 0 Cardiff City
Fulham 3 - 2 Southampton
Manchester United 0 - 0 Crystal Palace
Watford 0 - 3 Liverpool
West Ham United 0 - 4 Manchester City
Tottenham Hotspur - Chelsea FC (18.30)
Støðan: (Livescore.com)
1
13
35
35
2
13
21
33
3
12
19
28
4
12
10
27
5
12
11
24
6
13
5
22
7
13
-1
21
8
12
5
20
9
13
0
20
10
13
1
18
11
12
-1
16
12
13
-5
15
13
13
-8
12
14
12
-6
9
15
13
-9
9
16
12
-13
9
17
12
-13
8
18
13
-15
8
19
12
-16
7
20
12
-20
5