Liðskiparin hjá B36 heldur fram

Eftir at B36 hevði vissað sær pláss í Vodafone-deildini komandi ár, hevur felagið longt sáttmálan við fleiri av profilunum á liðnum.

Umframt Klæmint Matras hevur felagið eisini longt sáttmálarnar við Róald Jacobsen og Jákup á Borg, sum báðir verða roknaðir millum heilt týdningarmiklu spælararnar á liðnum.