- Vit gera alt rætt í 57 minuttir. Tað heldur ein avgjørdur liðskipari, Helgi H. Hoydal aftaná minniliga 28-27 sigurin á Suðurkorea í HM-endaspælinum fyri U21 landslið, sum er í Algeria í hesum døgum.
- Men so eru vit um at kódnað seinastu løtuna, staðfestir Helgi H. Hoydal.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við Helga H. Hoydal aftaná minniliga 28-27 sigurin á Suðurkorea.
- Hetta var ein ræðuliga harður dystur, viðgongur liðskiparin.