Liðskiparin heldur fram í EB/Streymi

EB/Streymur hevur longt sáttmálan við liðskiparan Andras Olsen, so hann eisini er EB/Streymari komandi tvey árini

EB/Streymur hevur longt sáttmálan við liðskiparan Andras Olsen, so hann eisini er EB/Streymari komandi tvey árini. 25 ára gamli miðverjin úr Streymnesi spældi sín fyrsta dyst á bestaliði hjá EB/Streymi í 2015, og hevur síðani spælt 116 dystir á fyrstaliði og skorað 12 mál, boðar heimasíðan hjá felagnum frá.

- Sum fleiri munnu minnast fekk Andras beint áðrenn kappingarbyrjan í 2019 ein álvarsligan skaða í knæðið, sum helt hann uttanfyri alt tað kappingarárið. Í fyrsta landskappingardystinum í ár, móti HB í Havn, gjørdi hann so come-back, tá hann bleiv innskiftur móti endanum. Síðani hevur hann verið fastur maður í byrjunaruppstillingini. Hann er stýrimaðurin í verjuni og ein brandur í luftspælinum - bæði í verju- og álopsstøðum. Vit fegnast um at skiparin er við, og ynskja honum og felagnum tillukku við sáttmálanum, skrivar heimasíðan hjá EB/Streymi.

EB/Streymur hevur 24 stig á sjeynda plássi og skal í seinasta umfarinum spæla móti AB.