Liðskiparin, Helgi H. Hoydal gekk undan í dag, tá Føroyar taptu 25-28 (12-14) ímóti Fraklandi í HM-áttandapartsfinaluni í HM-endaspælinum í Algeria fyri U21-landslið.
- Tað var forb..... stuttligt at spæla ein slíkan dyst, sigur Helgi H. Hoydal, men hann iðrar seg um, at dysturin ikki fór vegin hjá føroyska liðnum.
- Tað eru nakrir brendir 100 prosentsmøguleikar, sum gera, at vit ikki vinna dystin, staðfestir Helgi H. Hoydal.
- Vit eru ógvuliga ernir, og vit eru ógvuliga ernir av hvørjum øðrum. Sum liðskipari eri ótrúliga errin av hesum liðnum, slær Helgi H. Hoydal fast.
TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge hevði beinleiðis á Rás2 við toppskjúttan og liðskiparan hjá Føroyum, Helga H. Hoydal aftaná tepra ósigurin ímóti Fraklandi.