Liðskipararnir eru ósamdir

Aðrastaðnis her á síðunum geva teir tíggju liðskipararnir í Formuladeildini sítt boð uppá, hvussu heiðursmerkjabýtið verður, og hvussu endaliga støðan verður niðast á stigatalvuni. Samanumtikið kann sigast, at stór ósemja er um, hvar gullið endar.

Endabrestur

Sum tey flestu ivaleyst vita, eru tað trý lið, ið kunnu gerast føroyameistari í fótbólti 2005. Flestu eyguni eru vend móti brakinum í Havn, har grannarnir úr B36 og HB bresta saman. Vinnur annað liðið dystin, kann tað rópa seg føroyameistara. Hinvegin kann Skála gerast meistari, um havnarliðini spæla javnt, og teir sjálvir vinna sín dyst móti GÍ á Skála.

Skála góðar møguleikar
Út frá tí, sum teir tíggju liðskipararnir siga, so eru útlitini hjá Skála ikki so galin, hóast teir noyðast at dúva upp á ein javnleik í Havn. Av teimum 10 liðskiparunum eru tað ikki færri enn fýra, sum rokna við, at tað verða Pauli G. Hansen og liðfelagar hansara á Skála, sum taka ímóti steypi og gullkrónum um fimmtíðina seinnapartin leygardagin.
Tríggir liðskiparar Egil á Bø úr EB/Streymi, Bjarni Johansen úr VB og Pól Thorsteinsson hjá B36 vænta, at tað verður árstalsliðið úr Havn, sum fer avstað við gullinum. Hinvegin halda tríggir aðrir, Sámal Joensen úr GÍ, Bartal Eliasen úr ÍF og Rúni Nolsøe úr HB, at tað verður Rúni Nolsøe, sum fjórða árið á rað skal taka ímóti FM-steypinum.
Út frá hesum kunnu vit staðfesta, at tað millum liðskipararnar í fremstu deildini ikki tykist verða nakar upplagdur FM-favorittur.

GÍ ella TB
Er spenningurin stórur í fremstu røð, er hann ikki minni í botninum. Har hava trý lið, TB, GÍ og VB møguleika fyri at flyta beinleiðis niður í aðru deild. TB er í løtuni aftast, eitt stig aftan fyri gøtumenn og tvey aftan fyri vágbingar.
Hóast TB er aftast undan seinasta umfarinum, so heldur ein lítil meiriluti av liðskiparunum, at tað verður GÍ, sum noyðist tað tungu leið niður í aðru deild, meðan TB skal spæla um upp/niðurflyting móti næstfremsta liðnum úr 2. deild, sum verður annaðhvørt B68 ella B71.
Hetta merkir, at teir flestu av liðskiparunum vænta, at TB fer at fáa í minsta lagi eitt stig móti ÍF í Fuglafirði, og at GÍ einki fær burtur úr vitjanini á Skála. Um so er, at TB fær javnleik í Fuglafirði, og GÍ tapir á Skála, eru tey bæði liðini jøvn í stigum, men av tí at TB er betur innanhýsis, verður tað tískil GÍ, ið skal tað tungu leið beinleiðis niður í 2. deild. Fær TB ikki stig í Fuglafirði, verða tað tvøramenn, sum eftir eitt ár í Formuladeildini, noyðast niður aftur í næstfremstu deildina.
Hóast VB bert er eitt stig framman fyri GÍ og tvey framman fyri TB, so eru allir liðskipararnir á einum máli um, at vágbingar koma at halda fast í áttandaplássinum, og harvið eru tryggjaðir framhaldandi lív í fremstu deildini. VB fær leygardagin vitjan av EB/Streymi vesturi á Eiðinum í Vági.