Mitt undir upphitingini hjá føroyska landsliðnum á Celtic Park rýmdi liðformaðurin Óli Johannesen av vøllinum. Hann tóktist halta eitt sindur, tá ið hann fór út til fysioterapeutarnar, og teir settu síðani kós í skiftirúmið. Smáar 10 minuttir seinni kom Óli aftur á vøllin, helt fram við upphitingini og spældi dystin á tamb.- Eg havi havt eina lítla fiburspreinging í lærinum, og eg var tapaður inn. Tapið sat í so stramt á lærinum, og tí fór vit í skiftirúmið at skifta tapið, greiddi Óli Johannesen frá eftir dystin.










