Lið úr kappingini

Sum ofta er, tá eitt kappingarár byrjar, eydnast ikki øllum feløgum at hava øll liðini, ið annars eru tilmeldað. Soleiðis er í flogbóltinum, har trý lið eru frámeldað. Talan er um B68b í 2. hjá kvinnum, umframt dreingjaliðini hjá Fleyr og TB. Flogbóltssambandið boðar frá, at dystirnir hjá hesum liðum tí verða strikaðir.