Ølið ov dýrt

Felagið hjá teimum donsku handilsmonnunum krevur nú, at myndugleikarnir seta avgjaldið á øli niður fyri at avmarka handilin um týska markið.

Hagtølini vísa, at danir keypa alt meiri og meiri øl sunnan fyri markið, tí ølið er nógv bíligari har. Tað sama er við øðrum vørum, og tí er tað als ikki óvanligt í dag, at danir koyra til Týsklands at keypa meginpartin av tí, sum húsarhaldið hevur tørv á í gerandisdegnum. Stjórnin í Keypmannahavn hevur gjørt av at lækka avgjøldini á brennivíni, sodavatni og sigarettum frá 1. oktober, men tað munar alt ov lítið, sigur felagið hjá handilsmonnunum.

Sambært handilsmannafelagnum keypa danir fyri 6,2 milliardir krónur um árið úr handlum sunnan fyri markið, og tað er væl meiri, at fólk keypa fyri í øllum handlunum í Suðurjútlandi. Handilsmenninir vísa tí á, at verða munagóð tiltøk sett í verk fyri at skerja marknahandilin, fer tað at skapa nógv nýggj arbeiðspláss í donsku handilsvinnuni.