Óli Olsen veit alt um Nólsoyar Páll

Sunnudagin fer Óli Olsen at greiða frá bók síni um Nólsoyar Páll úti í Nólsoy.

Óli Olsen hevur aftur latið eitt megnar bókaverk úr hondum. Tað er bókin um Nólsoyar Páll, sum varð føddur í 1766 og doyði stívliga 40 ára gamalur.

 

Tað hevur eydnast Óla Olsen at savna ymiskar nýggjar upplýsingar um Nólsoyar Páll, og hann fer at greiða frá sínum verki í Ungmannafelagshúsinum í Nólsoy sunnudagin klokkan 17.

 

Úr Nólsoy verður sagt, at Ternan siglir úr Havn sunnudagin klokkan 13 og 16.20 - og siglir úr aftur Nólsoy klokkan 19.25 og 22.20.

 

- Í sambandi við tiltakið fæst bókin fyri serprís. Tiltakið er ókeypis, og øll eru hjartaliga vælkomin, verður lagt aftrat.