Óli og Todi móti hvørjum øðrum

Fótbóltur: Landsliðsmenninir koma ikki upp fyrrenn týsdagin, tí dysturin í Aarhus verður ikki fyrrenn mánakvøldið

Mánamorgunin klokkan ellivu hevur landsliðsvenjarin sett sínum monnum stevnu í høvuðsstaðnum, har fyrsti landsdysturin móti íslendingum á heimavølli í níggju ár verður spældur mikukvøldið.

Allan Simonsen hevur úttikið átjan spælarar, og sum vit skilja á lagnum, so hevur FSF ikki fingið onnur avboð enn tað frá Jákupi Mikkelsen. Soleiðis sum vit hava skilt tað, so koma Todi Jónsson og Óli Johannesen ikki til Føroya fyrrenn týsdagin. Orsøkin er, at liðini hjá teimum báðum, FCK og AGF, skulu spæla landskappingardyst móti hvørjum øðrum í Aarhus mánakvøldið.

Okkum hevur ikki eydnast at fingið uppspurt, um Óli Johannesen verður á liðnum hjá AGF, men hann verður í hvussu so er á beinkinum. Tað hevur verið eitt sindur ivasamt, um Todi Jónsson fór at varðveita plássið í AGF álopinum, tí hann hevur ikki megnað at skorað, men vit skiltu á lagnum í gjár, at hann verður við.

Hósdagin spældi FCK venjingardyst í Farum. Miðdepulin vóru ikki spælararnir men heldur fótbóltsglaði býráðsformaðurin í Farum, Peter Brixtofte, sum eisini er fólkatingsmaður og formaðurin í FK Flemming Østergaard. Tað var í hvussu so er teir báðar, fjølmiðlarnir sýndu størst áhuga.

FCK vann 2-1 móti 1. deildarliðnum, og tað vóru bara tveir minuttir farnir, tá Todi Jónsson skoraði til 1-0. FCK spældi hesa ferð við tveimum monnum frammi, og tað kann roknast við, at mánakvøldið verða teir báðir David Nielsen og Todi Jónsson. Thomas Thorninger, sum hevur verið leikbannaður, var á miðvøllinum, har hann ikki stóð seg serliga væl. David Nielsen hevði frí, og ungi Tomas Lauridsen spældi við síðuna av Toda í álopinum.