Óli missir málverjan

Men Hvidovre hevur yvirtikið besta málverjan í felagnum hjá Øssuri Hansen


 

1. DEILD DANMARK


Tað gongst ikki væl hjá Hvidovre og B93, sum ávikavíst Óli Johannesen og Øssur Hansen spæla við.

Í vikuskiftinum vóru Óli Johannesen og teir í Århus, og har vann heimaliðið, FC Århus, 2?1. Hvidovre kom á odda í trettanda minutti, men í 2. hálvleiki sóu teir 350 áskoðararnar heimaliðið skorað tvær ferðir. Teir javnaðu í 65. minutti, og teir skoraðu sigursmálið tveir minuttir undan leikloki.

B93 hevði torføran setning hesa ferð. Teir vóru í Haderslev, har HFK Sønderjylland stríðist fyri at endurvinna plássið, sum teir í summar mistu í superliguni. Áhugin fyri liðnum har suðuri tykist framvegis at vera stórur. Tað vóru 1.588 áskoðarar, og teir sóu heimaliðið vinna 3?2.


Skifta málverja

Tá Hvidovre var í Århus, var besti málverjin hjá teimum leikbannaður, tí hann varð útvístur næstsíðsta vikuskifti. Málverjin eitur Stephan Andersen. Talan er um ein so mikið góðan málverja, at hann er U?21 landsliðsmálverji.

Nú frættist, at tað eru onnur enn danir, sum hava lagt til merkis, at Hvidovre hevur ein góðan málverja. Feløg í Onglandi og Hollandi eru áhugað at keypa málverjan, og millum áhugaðu feløgini verður Bolton nevnt. Í hesum felagnum í bestu eingilsku deildini eru frammanundan tríggir danskir spælarar ? Bo Hansen, Per Frandsen og Henrik Tømrer Petersen.

Hvidovre er kent fyri at ala góðar málverjar. Eitt dømi um hetta er Peter Schmeichel, sum vardi Hvidovre málið, áðrenn hann fór at spæla við Brøndby og síðani varð seldur til Manchester United.

Hvidovre hevur longu syrgt fyri at tippa holið, sum kanska fer at koma millum stólparnar. Teir hava plaserað Svarta Per hjá Øssuri Hansen og B93. Felagið á Eysturbrúgv er í svárari kreppu. Teir hava givið spælarunum loyvi at skifta felag, um nakar vil hava teir, og undan vikuskiftinum flutti besti málverjin, Nicolas Nielsen, til Hvidovre.


Farum vil upp

Í toppinum í næstbestu deildini styrkti Farum um sína støðu. Tað vil siga, at tað eru góðir møguleikar fyri, at superligu fótbóltur verður í Farum, um so Lyngby flytir norður hagar ella ikki. Farum vann toppdystin á heimavølli ímóti Frem úr Valby við 2?1.

Randers Freja hevði vitjan av næstan hundrað ára gamla stórfelagnum úr Odense, B1909, og tað endaði 1?1.