Óli, minnist tú, tá tú bjóðaði reiðarum at fiskimenn skuldu gjalda oljuna?

Nú um dagarnar hava Eyðun Jóhannesen og Óli Jacobsen aftur verið eftir Jan Højgaard. At tað júst eru hesi báðir, er ikki løgið, tí tier hugsa eftir mínum tykki meira um reiðaran enn um fiskimannin. Teir hava fleiri ferðir tikið avgerðir, sum aðrir nevndarlimir bara hava hoyrt um í pressuni

Óli minnist tú, tá tú bjóðaði reiðarum, at fiskimenn skuldu gjalda oljuna fyri teir? Tá mótmælti eg, og tú tókst mær tað illa upp og gav mær av at vita. Nei, Óli, tað er neyvan nakar fakfelagsformaður í Føroyum, sum hevur tikið so nógvar avgerðir uttan um sína nevnd sum tú. Tú hevur ongantíð virt okkum í nevndini, og enn minni fiskimannin.
Eyðun Jóhannesen roynir helst at fáa tað at síggja út sum um Jan Højgaard ikki hevur viðgjørt málið um burturvísing av teimum, sum mynstraðu við Carlton, meðan mynstringarbann var. Men tað er ikki rætt, tí vit hava viðgjørt málið. Hetta er tó ikki felt niður í gerðabókina. Tá kom tað greitt fram, at tað var ein áheitan frá fleiri limum, at FF tók slík stig. Eg veit ikki um nakran, sum mótmælti.
Eg hevði vónað, at fiskimenn nú fingu frið fyri tær, Óli, men tú blívir við at leypa á fyri at fáa kurl á. Tað skuffar eisini, at tú bevíst gongur móti fiskimonnum. Tá vit høvdu eitt sakarmál um Arctic Viking vartú í part við reiðaranum sum vanligt.
Jan Højgaard arbeiðir fyri fiskimenn, tað hevur tú ongantíð gjørt.