Liðkappingin byrjar sunnudagin

Havnar Telvingarfelag ætlar sær at verja FM-heitini seinastu tvey árini, men teir eiga at vænta harða kapping frá klaksvíkingum og vestmenningum

 

Talv


Heldur óvæntað hava havnarmenn vunnu tvær tær seinastu FM-liðkappingarnar, og spurningurin er sostatt um teir megna eitt reint hat-trick ella um onnur feløg klára at bróta tann góða stiman hjá høvustaðarfelagnum.

Fyrsta deild í ár verður væl sterkari í ár enn í fjør. Tað kemst av at klaksvíkingar hava fingið Ólavur Simonsen aftur á liðið, eftir at hann hjálpti runavíkingum í fjør, og at Martin Poulsen - eftir eitt ára skúlagongd á flatlondum - verður aftur at síggja á havnarliðnum. Hesir báðir hittast tvær reisir á fyrsta borði.

Saman við klaksvíksliðnum og havnarliðnum eru vestmenningar eisini favorittar í ár. Við IM John Rødgaard og Torbjørn Thomsen á liðnum verða teir drúgvir í ár. Á triðja og fjórða borð manna John Jacobsen og Petur Højgaard ella Samson Højgaard.

Havnarliðið fer helst at hava hesa manning; Martin Poulsen, Olaf Berg, Herluf Hansen og Andrias Ziska, meðan Ólavur Simonsen, Rani Nolsøe, Steintór Rasmussen og Tummas M. Anthoniussen manna klaksvíksliðið. Úr Klaksvík frættist at teir verða sera ónøgdir um teir ikki megna at vinna í ár. Í roynd og veru hava klaksvíkingar sterkasta manning á pappírinum.


Outside´arir

Ikki skulu hvalvíkingar, við Martin Brekká og Finnbjørn Zachariassen á odda, heilt avskrivast. Teir fingu eitt flott og heldur óvæntað annað pláss í fjør, og hava seinastu mongu árini verið í topp fýra. Tó kunnu teir ikki metast sum favorittar. Kollfirðingar hava eins og í fjør ikki Torbjørn Thomsen á liðnum, og er tað ein stórur missur í honum. Hans Kristian Simonsen fekk sítt veruliga gjøgnumbrot í fjør á fyrsta borði, og fer hann eisini í ár at mynda kollfjarðaliðið. Teir fáa helst eitt fjórða ella fimta pláss í árligu liðkappingini.

Nýggja liðið í fremstu deildini í ár verður annað liðið hjá Havnar Telvingarfelag. Teir vunnu 2. deild í fjør, men stórur munur er á deildinum báðum, og tí verður sera torført hjá teimum at bjarga sær í ár. Liðið er tað veikasta í kappingini, men teir ætla sær at stríðast sum úlvar í skóg, og møguliga júst hesin hugburður bjargar teimum frá beinleiðis niðurflyting.


Fyrsta umfar:

HT-HT 2

TFS-KTF

KT-VT


2. deild og 3. Deild

Eingin ivi eru um hvørji lið í 2. deild fara at stríðast um uppflyting, nevnliga toftamenn og sandavágsmenn. Fyri tveimum árum síðani vóru liðini bæði í 1. deild, og eru nógv tey sterkastu liðini í deildini. Leggjast skal aftrat hesum at favoritrollan krevur at Jens Kristian Hansen (TT) og Torkil Nielsen (ST) vera við at kalla øll umførini. Breiddin er nevnliga ikki stór á liðunum, og tí er skjótt at tey vikna.

Er nakar sum kann hótta nevndu feløg, eru tað klaksvíkingar og gøtumenn. Runavíkingar hava mist Ólavur til Klaksvíkar og fara teir neyvan at blanda seg í toppin, eins og næstbesta liðið hjá vestmenningum ei heldur fer.

Gleðiligt er at síggja, at Sandavágs Talvfelag eisini er umboðað í 3. deild, eftir bert at hava eitt umboðandi lið í nøkur ár. Triðbesta liðið hjá Havnini eru sjálvskrivaðir favorittar, meðan hini fimm liðini helst bert fara at stríðast um annað pláss. Kappingin hjá unglingum er ikki løgd enn.

Fylgi við á www.faroechess.com.

Rani Nolsøe verður sitandi sum formaður í Talvsambandi Føroyar. Hetta bleiv greitt eftir at TSF nevndin hevur skipað seg. Martin Berg er næstformaður, Eyðun Lamhauge kassameistari, John Jacobsen skrivari og Sámal Christiansen er KT-ábyrgdari.


FIDE-styrkilistin

Nýggjur altjóða styrkilisti skrásettur 01.10.01 er almannakunngjørdur. Vladimir Kramnik hálar seg spakuliga inn á Garry Kasparov, sum í skjótt 17 ár hevur verið mætasti telvari í heiminum. Kasparov er tó trygt fremstur við heili 2838, men Kramnik hevur nú 2809. Indarin, Anand, er follin nakað afturum eftir eina katastrofala kapping í Dortmund í summar. Hann er tó við sínum 2770 klárt nummar trý framanfyri Morozevich og Leko. Curt Hansen ikki longur sterkasti telvari í Danmark, Peter Heine Nielsen hevur nevnliga yvirhálað hann bæði í danskari og altjóðari rating.

IM John Rødgaard sum í heimligari rating er aftanfyri John Arna Nilssen, hevur hægsta altjóða ratingtal av føroyingum (2365).


Teldudystur útsettur

Nógv umrøddi talvdysturin millum heimsmeistaran Vladimir Kramnik og sterkastu talvteldu í heiminum Deep Fritz, er útsettur til einaferð tíðliga næsta ár. Telvast skuldi í Bahrain í miðeystri. Orsøkin til útsetingina er yvirgangsatsóknin á USA í september. Nærum allur ítróttarligur aktivitetur í miðeystri er í hesum døgum antin avlýstur ella útsettur vegna samkenslu fyri amerikumonnum og eisini óttan fyri hernaðarligum álopum.