Liðkapping í triathlon

Sunnudagin 15. oktober skipaði Føroya Triathlon Felag fyri liðkapping í triathlon. Átta lið vóru við í kappingini hesaferð

Triathlon

Triathlon er samansett av trimum greinum, nevniliga svimjing, súkkling og renning, og tí vóru tað trý fólk, ið mannaðu eitt lið.
Tá kappast verður í lið-kapping verður svomið 750 metrar, súkklað 20 kilometrar og runnið 6 kilometrar.
Føroya Triathlon Felag hevur fyrr skipað fyri slíkari kapping og undirtøkan hevur verið rættiliga góð. Eisini í ár var undirtøkan góð, heili 8 lið vóru við í kappingini. Tað varð kappast millum millum kvinnulið, manslið og so var eisini møguligt at kappast við blandaðum liði.

Tríggir úrmælingar
Kappingin var í Havn, og svimjingin var í Svimjihøllini í Gundadali, og síðani varð súkklað og runnið í Havnini.
Hóast hetta var ein liðkapping, so vóru tað tó 3 úrmælingar, ið stungu seg framúr
Í svimjingini var tað 14 ára gamli svimjarin Høgni Miné-Rasmussen, ið beinan vegin legði seg í oddin. Eisini var hann skjótastur at renna til súkklaran, og senda hann út á súkkluteinin.
Í súkklingini vísti 16 ára gamli Torkil Weyhe, at tað ikki var av tilvild, at hann herfyri vann FM í tíðarsúkklina. Á súkkluteininum vant hann burtur úr øllun hinum súkklarunum, sum nú bara mugu siga: ”Hann er farin”.
Tá farið var til renningina, løgdu nógvir rennarar út sum óløgir, men ikki ”The Old Grand Man” Óli Olsen, sum rann fyri liðið Grand Old Men. Hann helt seg báðu megin teir 4 min. tey fyrstu 5 umførini, og ikki fyrr enn á seinasta umfari setti hann ferð á, og kom á mál sum skjótasti rennarin.
Kappingina hjá monnum vann liðið skulin.fo. Liðið var mannað við Høgna Miné-Rasmussen, Sigmundi Olssonog Árna Gullborg Nielsen.
Hjá blandaðum liðum vann Team B-T-R, sum var mannað við Bjørg Seloy, Torkil Veyhe og Rannvá Djurholm.