Liðkapping fyri skúlaungdóm

Kappingin er skipað soleiðis, at telvt verður um FM heitið í 2 aldursbólkum:

 

4. flokkur og yngri

5. flokkur og eldri

Innleiðandi kappingar verða á Oyrarbakka og í Sandavági, meðan finaluumfarið verður í Tórshavn.

 

FM finalubólkar fevna um 6 tey bestu liðini í hvørjum aldursbólki frá innleiðandi kappingunum. Tey lið sum ikki kvalifisera til finaluna, ella sum ikki luttaka innleiðandi, telva í opnum bólkum í finaluni um plaseringar og heiðursmerki.

 

Á hvørjum liði eru 4 telvarar. Tó ber til at hava í mesta lagi 2 skiftistelvarar - t.v.s í mesta lagi 6 á hvørjum liði.

 

4. flokkur og yngri telva uttan umhugsunartíð (klokku) - tó verður klokka nýtt, um hetta verður mett neyðugt til tess at finna eina avgerð. Royndirnar vísa, at tey yngru hava lyndi at hugsa meir um klokkuna enn um talvið.

 

5. flokkur og eldri telva við 10 minuttum í part til hvørt talvið.

 

Kappingin í dag byrjar klokkan 14, og er hetta fyrsta umfar. Seinna innleiðandi umfarið verður í Sandavági 13. mai, og 2. hvitusunnudag verður so finalan í Havn.