Leygardagin 28. novembur verður liðkapping í amboðsfimleiki í Fimi. 53 íðkarar eru meldaðir til liðkappingina. Hesir eru úr Havnar Fimleikafelag, Fimleikafelganum Ljósinum og Fimleikafelagnum Støkk.
Amboðini, sum kappast vera í á kvinnusíðuni eru lop,forskotin barr, biti og gólv. Hjá mannfólkunum eru tað gólv, ringar, lop, paralell barr, reck og beinsveiggj.
Vegna umstøðurnar viðvíkjandi korona sleppa íðkararnir at hava ein áskoðara inn við hvør. Annars er kappingin uttan áskoðarar. Kappingin verður stroymd umvegis facebook/føroyafimleikasamband.
Skráin leygardagin:
Kl. 10.00 byrjar kappingin fyri kvinnur, kvinnuunglingar og menn
Kl. 13.00 byrjar kappingin fyri U11 og U14 hjá gentum, smádreingjum
og dreingjum.