Heimasíðan hjá TB skrivar, at hópurin hjá tvørámonnum er nakað skerdur til avgerandi dystin ímóti 07 Vestur í Sørvági í dag. Ein av spælarunum, sum manglar, er málmaðurin Ivan Stojkovic, sum fekk reytt kort farna vikuskiftið. Hann er tí leikbannaður í dag.
TB-venjarin hevur tí sent boð eftir fyrrverandi verjuskansanum Óla Johannesen fyri at fáa hann at verja málið hjá TB í dag. Tað skrivar heimasíðan hjá TB.
- Óli hevur ikki størstu royndirnar sum málverji, men at lesa spælið og agera sum skansi í verjuni eru hansara serliga evni, sum eisini vunnu honum flestu landsdystir fyri Føroyar. So royndirnar eru øðiligar, og tað skuldi verið løgið, um ikki hann kundi givið verjuleikarunum eina ávísa kenslu av tryggleika, skrivar heimasíðan hjá TB.
Tapir TB dystin í dag, er vónin um uppflyting helst rokin.