- Eg eri stak ónøgdur við úrslitið og ónøgdur við avrikið hjá okkum. NSÍ hevði lagt góðan taktikk, teir spældu væl og revsaðu okkum tær løturnar, vit vóru við at spæla okkum upp, segði verjukempan við Rás 2 eftir dystin og viðgekk:
- NSÍ-leikararnir vóru skarpari enn vit og á miðvøllinum høvdu teir stórt yvirtak í fyrra hálvleiki. Vit klára so at sleppa til hálvleik við 1-1-javneleiki, men vórðu revsaðir í seinna hálvleiki og royna at svara aftur, men tað bleiv ov nógv aftur og fram og indianarafótbóltur, segði Óli.