UEFA hevur júst almannakunngjørt fordeilingina av teimum 6.146 miljónir krónunum, sum eru komnar í kassan í Champions League kappingini 2006-2007. Hvørt av teimum 32 feløgunum, sum vinna sær sætið í bólkaspælinum eru tryggjað, at tey fáa minst 40 miljónir kr. 22 miljónir fyri sjálvt bólkaspælið, og 6 ferðir 3 miljónir fyri teir 6 dystirnar í bólkaspælinum. T.v.s. at tapir eitt lið allar dystirnar í bólkaspælinum, so fær tað kortini 40 miljónir kr. Liðini fáa 2 1/4 miljón fyri hvønn javnleik, og 4 1/2 miljón fyri hvønn sigur. Eitt lið, sum vinnur allar dystirnar í bólkaspælinum fær 27 miljónir, umframt byrjunnarupphæddina á 40 miljónir krónir. Vinnarin í 2006/07, AC Milan kann nú seta seta 176 miljónir kr. á bók. Føroysk lið, og øll onnur lið, sum detta úr kappingini í undandystunum, eru eisini tryggjað eina minstu upphædd.









