Bæði B36 og HB høvdu brúk fyri øllum stigunum, tá ið liðini møttust í fyrsta slagnum um høvuðsstaðin í hesum kappingarárinum.
B36 var liðið, sum fekk betru byrjanina uppá dystin. Teir royndu at trýsta HB, og hetta gav eisini úrslit í einstøkum málmøguleikum. Í málið vildi bólturin tó ikki. HB kom heldur betri við út á dystin, men í fyrra hálvleiki var tað B36, sum var við yvirlutan. Hálvleiksstøðan var tó 0-0, og tí var alt púra opið undan seinna hálvleiki.
Í seinna hálvleiki var tað aftur teir hvítu úr B36, sum løgdu betur fyri, og hetta gav úrslit um miðjan hálvleikin. Tá fingu teir hornaspark, sum bleiv sent innfyri málið. Marcin Dawid boksaði bóltin útfrá, og har fekk Sylla fatur á honum. Hann smekkaði til ímóti málinum, og har megnaði Marcin bara at hálvbjarga, og returin sendi Ovi Nysted í málið til 1-0 leiðslu til B36.
So við og við kom tó meir gongd og HB, og seint í dystinum gav hetta úrslit. Christan Høgni Jacobsen breyt væl ígjøgnum í síðuni. Hann sendi bóltin inní brotsteigin. Har kempaðu menn um bóltin, sum brádliga endaði hjá einum púra leysum Róva Jacobsen, sum sendi bóltin í opna B36-málið til javnleik 1-1. HB royndi eisini at trýsta síðstu løtuna fyri at fáa sigursmálið, men fleiri mál komu ikki, og sostatt endaði grannauppgerðin við 1-1 javnleiki.
B36-HB 1-1
1-0 Ovi Nysted
1-1 Rógvi Jacobsen