Liðið vinnur

Við sínum máli í yvirtíðini bjargaði Arnbjørn T. Hansen trý virðismikil sti gtil EB/Streym, sum soleiðis skræddi seg púrasta leyst í oddinum.

Umframt stigunum bjargaði Arnbjørn eisini sínum egnu hagtølum, sum framvegis sýna, at vandamikli áleyparin skorar eitt mál fyri hvønn dystin, men hetta var ikki nakað, sum hann hevði hug at leggja stórvegis dent á eftir dystin.

- Fótbóltur er nú einaferð so, at tað er eitt lið, sum spælir. Onkur skal so skjóta málini, og tann leiklutin havi eg havt nakrar ferðir. Meira enn tað liggur ikki í tí, sigur hann.

Men tað skerst ikki burtur, at hann var fegin um málið og ikki minst stigini, sum hetta gav. Ikki minst tí hann helt, at HB var betri á degnum.

- Teir vóru betri í dag, men mann má vera heppin viðhvørt, og tað var vóru vit kanska í dag. Teir spældu væl, og teir fluttu seg væl, so tað var trupult hjá okkum. Hinvegin eru vit enn á odda, og tey stigini eru altíð góð at hava, segði Arnbjørn eftir dystin.