Liðið hjá føroyska landsliðsspælaranum, Viljormi í Heiðinum Davidsen, Vejle vann í dag ein sera týdningarmiklan 3-0 sigur á útivølli ímóti Skive. Viljormur var tó ikki partur av hópinum hjá Vejle í dag. Imed Luati skoraði fyri Vejle í 19. og 64. minutti, og Allan Sousa staðfesti sigurin í 67. minutti.
Tað lagaði seg somikið væl hjá Vejle, at argasti kappingarneytin til fyrsta plássið í næstbestu donsku fótbóltsdeildini, Esbjerg fekk bara javnleik 0-0 ímóti Viborg á útivølli, og er Vejle nú trý stig fremst nú bert tvey umfør resta.
Liðið sum endar sum nummar eitt flytur beinleiðis upp. Liðini sum enda sum nummar tvey og trý spæla upp- og niðurflytingardystir ímóti liðum úr superliguni.
Vejle spælir heimadyst ímóti FC Fredericia komandi mikukvøld, og komandi sunnudag vitjar Vejle liðið hjá Jákupi Thomsen, Thisted. Fær Vejle fýra stig í hesum báðum dystunum er uppflytingin hjá gamla eysturjútlendska felagnum vís, og tað hevði verið ótrúliga stuttligt hjá Viljormi í Heiðinum Davidsen og liðfeløgunum í Vejle.
Esbjerg tekur spælir ímóti Skive mikukvøldið, og tekur ímóti HB Køge komandi sunnudag. Um Esbjerg tapir annan av hesum dystunum tørvar Vejle bara eitt stig í tveimum dystum fyri at flyta upp í superliguna.
Heini Vatnsdal var við frá byrjan, tá lið hansara. Fremad Amager matematiskt tryggjaði sær sessin í deildini komandi kappingarár. Hetta gjørdi Fremad Amager við góðum 2-0 sigri ímóti Fredericia á útivølli. Fremad Amager kann nú anda lættan. Teir eru níggju stig omanfyri niðurflytingarstrikuna nú bert tvey umfør resta. Anders Kaagh legði Fremad á odda stutt undan steðginum. Seinni hálvleikur var bara seks minuttir gamal tá Jabar Sharza økti til 2-0, ið gjørdist endaliga úrslitið.
Jákup Thomsen byrjaði inni fyri Thisted, ið tók ímóti Vendsyssel FF. Men her gekk minni væl. Vendsyssel FF vann 3-1. Jeff Mensah legði annars Thisted á odda tá eitt stórt korter var farið av fyrra hálvleiki. Vendsyssel javnaði stutt undan steðginum, og teir fingu koppað dystin teirra veg í seinna hálvleiki.
Mikukvøldið er føroyingauppgerð á skránni millum Fremad Amager og Thisted á leikvøllinum í Sundby á Amager. Komandi sunnudag endar Fremad Amager kappingarárið tá teir á útivølli spæla ímóti Roskilde.
Støðan:
1
31
20
59
2
31
24
56
3
31
16
52
4
31
15
52
5
31
11
50
6
31
4
42
7
31
-9
39
8
31
-13
39
9
31
-9
36
10
31
-9
35
11
31
-28
30
12
31
-22
18









