Liðið, sum føroyski Torkil Veyhe súkklar við, Riwal Readynez, skiftir nú navn. Liðið fer restina av árinum at eita Riwal Securitas. Hesum boðar felagið frá í dag.
Korona-kreppan hevur rakt liðið meint, og fyri at royna at koma ígjøgnum fíggjarligu trupulleikarnar hava súkklararnir á liðnum gingið við til at frásiga sær lønina frá 1. september og restina av árinum.
Navnaskiftið kemst av at Securitas spýtir meira pengar í verkætlanina og verður høvuðsstuðul saman við Riwal. Hetta tryggjar at liðið fyribils yvirlivir árið út, men tað er ógreitt hvussu tað verður í 2021.
- Vit eru her tí vit trúgva upp á eina loysn, men vit hava tó ikki loysnina enn. Vit hava tríggjar-fýra ymiskar stuðlar, og vit fáa at síggja hvat teir vilja og hvat vit kunnu gera. Tað er ta tilgongdina, vit eru í holt við nú. Vit vita ikki um tað fer at eydnast, men vit hava eina vón og trúgv upp á, at tað skal fara at eydnast, sigur stjórin hjá Riwal Securitas, Stefan Kromann, við TV2 Sport.
Navnaskiftið er farið fram alt fyri eitt, og tískil eitur liðið Riwal Securitas, tá ið tað í morgin fer at luttaka í DM í súkkling.











