Leygardagin spælir FC Amager - føroyska felagið í Keypmannahavn - ímóti Thisted í næstbestu donsku fótbóltsdeildini.
Dysturin verður spældur har norðuri í Jútlandi, men fólk kunnu eisini sessast frammanfyri sjónvarpsskíggjan fyri at síggja dystin.
Danska sjónvarpsrásin TV2 Sport vísir nevniliga dystin beinleiðis. Sendingin hjá TV2 Sport byrjar leygardagin klokkan 12.25, og sjálvur dysturin byrajr klokkan 12.30.