Fyri løtu síðani var finalan í firmakappingini hjá Rás2, har Import.fo og Poul Hansen dystaðust um at eina ferð fyri Norrønu fyri 20 starvsfólk, og vinnarin gjørdist Poul Hansen. Longu aftaná átta av teimum ellivu umførunum gjørdist tað greitt, at Poul Hansen fóru at vinna kappingina.
Hóast bæði liðini frammanundan hava staðið seg væl í undanumførunum, so var í kvøld lítil ivi um, at liðið hjá Poul Hansen hevði munin, og fór at vinna kappingina.
Endaúrslitið gjørdist 14 ? 10 til Poul Hansen, og sostatt er greitt, at 20 starvsfólk hjá Poul Hansen fara ein túr við Norrønu tá teimum lystir.
Henny á Líknargøtu, marknaðarleiðari hjá Smyril Line handaði liðskiparanum hjá Poul Hansen vinningin.