Liðið hjá Bill er spildurnýtt

Hans Jørgen og hansara menn eru á Skála við stórum sjálvsáliti

Tað eru nýggjar tíðir á Skála, og tað kann fara at vísa seg, at tíðirnar í Fuglafirði eru øðrvísi, enn tær vóru ífjør.

Bill Jacobsen er nýggjur venjari á Skála. Í fjør var setningurin at nærkast teimum fimm ovastu, og úrtøkan var størri, enn hon leingi hevði verið.

Nú eru fleiri av teimum burtur, sum tey seinnu árini hava verið lyklaspælarar.

-Vit kenna fyritreytirnar og hava fyrireikað okkum undir umstøðunum, sum allur føroyski fótbólturin hevur verið í seinastu mánaðirnar. Sammett við í fjør eru nógvar broytingar á liðnum, men vit hava gott mót, og spælararnir vísa góðan hugburð, sigur Bill Jacobsen.

Tað er dyggur smeitur, at framrættaði Edvin Jakobsen framvegis er skaddur í knænum. Hann hevur ikki spælt síðani 18. apríl ífjør. Tað rakar eisini meint, at Aksel B. Danielsen, sum var ætlaður at eiga fremstu álopsódnina, er langtíðarskaddur í knænum.

Bárður á Reynatrøð er nýggjur málverji, og fleiri aðrir eru nýggir í felagnum, meðan aðrir, sum higartil hava spælt á næstbesta liðnum og hava verið marginalspælarar á besta liðnum, nú fáa møguleika at vinna fast pláss á liðnum.

 

Fuglfirðingar eru á veg út á Skála við tí ætlan, at dysturin í dag skal vera inngangurin til kappingarár, sum skal hilnast væl betri, enn tað hilnaðist í fjør.

Milos Budakovic er nýggjur málverji, Jens Joensen er nýggjur miðverji, Sjúrður Pauli Nielsen er nýggjur vongverji, Hákun Edmundsson er nýggjur miðvallari, og Uros Stojanov er nýggjur álopsspælari.

Einasti maður, sum ikki er tøkur hjá ÍF, er vongverjin Pól Jákup Lundsbjerg.

Í fjør vann Skála fulla úrtøku úr øllum trimum dystunum ímóti ÍF.