Meistarar
Í nógv ár hevur hann verið mettur sum ein harður og kontantur forstoppari, sum ikki tekur so nógv lut í framrættaða spælinum, men í ár hevur Hans á Lag lagt á annan bógv í so máta.
Undan kappingini varð hann umskúlaður til bakkplássið, og tó at mong hveptust við fyrstu tíðina, so hevur árið so dyggiliga prógvað, at Hans væl og virðiliga er førur fyri at spæla bakkur. Enntá ein rættiliga álopssinnaður av slagnum, og við sínum sjey málum gjørdist hann trið mest skorandi leikarin hjá HB í ár.
Sjálvsálitið
Sjálvur heldur Hans tó ikki, at nakar loynidómur liggur aftan fyri hetta.
- Tað er nokk meira tað, at tá tað gongur væl hjá liðnum, so gongur eisini væl hjá einstøku leikarunum. Í vár høvdu vit rættiliga fitt av servenjing, har Ion royndi at skúla meg til bakk, og sum heild má eg bara siga, at eg havi trivist væl í hesum leiklutinum.
- Og málini, ja tey koma bara. Tað er bara so, at tú fyrst hevur fingið hol á, so trýrt tú brádliga meira upp á tað heila. Í dag var tað kanska meira hepni, at eg stóð júst har, sum bólturin kom, men fyri at slíkt skal henda, so mást tú altso koma framvið, so hatta hevur alt nakað við sjálvsálitið at gera.