Liðið fer eftir gullinum

Føroysku bogaskjúttarnir fáa munandi harðari mótstøðu hesaferð, enn tey áður hava fingið, og gull hjá einstaklingunum er ikki longur nøkur sjálvfylgja. Men enn tykist compound liðið at stevna beint móti gullinum

Guernsey: Ein av kappingargreinunum, har Føroyar hava verið mest sum vísar í heiðursmerkjum av fínasta slag, hevur verið bogaskjóting. Ikki minst hava hjúnini, Schandorff og Sigrid Vang, verið undangongufólk á økinum, og síðani leikirnar á Gibraltar eru hópur av heiðursmerkjum fingin til høldar.
Tað verður helst so, at okkurt legst afturat savninum týsdagin ? og kanska hósdagin við - men talan verður so langt ífrá um nøkur einaráðandi gullmerki.


Støðið í kappingini er nevnliga hækkað, síðani skjótingin kom framat í Oyl høpi, og tó at hetta so merkri ein fyri okkum longri veg eftir heiðursmerkjum, so er tað fyri skjúttarnar sjálvar nú munin stuttligari at kappast.
Á mannfólkasíðuni í Compound er oddafiskurin eftir tey bæði fyrstu umførini Heath Perett av Jersey við 627 stigum. Hetta eru 10 fleiri enn Schandorff Vang á øðrum plássinum, og tað er ein munur, sum verður torførur at taka aftur, tá skotið verður á 50 og 30 metrum týsdagin. Her er talið av hálv- og heilkiksaðum pílum vanliga ikki serliga stórt, og tí vóru vónirnar hjá føroyingunum um enn eitt gullmerki her ikki at teimum best.
-Sjálvandi er tað møguligt, men so skal Perett dumma seg nógv, og tað rokni eg ikki við, at hann fer at gera. Hann hevur skotið sera væl nú í longri tíð, so tað verður ringt at gera nakað við, heldur Schandorff sjálvur. Føroyski toppskjúttin man tó serliga iðra seg um fyrsta umfarið, har hann bert fekk 36 stig av 60 møguligum.
Næsti føroyingurin á listanum er Per Holm Andersen, sum undan seinna degnum í hesi kappingini var á fjórða plássinum ? bert trý stig aftan fyri Schandorff, so har er ógvuliga javnt í silvur- og bronsudystinum.
Hjá kvinnunum plagar betra helvtin hjá Schandorff, Sigrid, vanliga at standa seg væl, og higartil hevur hon lagt seg á triðja plássið í kappingini við 612 stigum. Og tað má sigast, at hon liggur rættiliga trygg her, áðrenn styttru teinarnir verða skotnir. Hinvegin, so er eisini hampuliga langt upp til fremru sessirnar, har ein skjútti av Isle of Man og ein av Hetlandi hava ávíkavist 623 og 619 stig.

Liðið tekur gull
Sostatt tykist tað ikki, sum um føroyingarnir fáa nakað gullmerki við sær sum einstaklingar í hesum umfarinum, men tá talan er um liðkappingina, eru Føroyar framvegis væl fyri.
Men eisini her er kappingin nú av álvara farin at merkjast. Munurin niður til silvurið, sum áður hevur verið um 1.000 stig, og sum seinast var um tey 200, er nú minkaður niður í 22. Og tað er fyrst og fremst hesin munurin, sum skal haldast.
Nakað av síðuvindi var mánadagin, tá skotið varð, og hetta órógvaði skjúttarnar nakað. Ikki minst á longstu teinunum, har ein lítil hvirla annan vegin kann merkja munin millum ein tíggjara og sjey?ara. Hinvegin er ávirkanin av hesum ikki eins stór, nú 50 og 30 metrarnir skulu skjótast, og tað skal helst vilja illa til, um ikki eitt gullmerki skal fáast til høldar.

Fakta:
Føroysk lutøka í compund-kappingini
Menn
Navn9070íaltpláss
Schandorff Vang3003176172
Per Holm Andersen2953196144
Anders Jønsson2863206066
Jóannes Poulsen2952995947

Kvinnur
Navn7060íaltpláss
Sigrid K. Vang3013116123
Alberta Gaardlykke21924045910