Liðið er klárt

Veðrið til fótbólt er av fínasta slag í Kaunas. Fyri føroyingar munnu tey 10-12 hitastigini, sum eru í luftini, í øllum førum hóska seg sera væl. Og í øllum førum nakað nógv betur enn tey 30, sum vóru í Beograd fyri einum mánaði síðani.

 

Í gjárkvøldið hevði Jógvan Martin Olsen sína seinastu venjing við landsliðnum, og skal metast eftir hesari, so er longu avgjørt, hvørjir 11 verða á vøllinum frá byrjan í kvøld klokkan 19 - t.e.. 17 føroyska tíð.

 

Tá taktiska venjingin var á skránni, vóru hesir ellivu í gulu vestunum: Jákup Mikkelsen - Jónas Tór Næs, Egil á Bø, Jón Rói Jacobsen, Johan Troest Davidsen - Christian Høgni Jacobsen, Atli Danielsen, Bogi Løkin, Fróði Benjaminsen, Símun Samuelsen - Christian Lamhauge Holst.

 

Tað vil við øðrum orðum siga, at venjarin hesa ferð hevur valt sær eitt heldur varnari útgangsstøði, har ein miðvallari kemur inn ístaðin fyri Arnbjørn Hansen, sum spældi í álopinum móti Eysturríki.

Sjálvur hevur Jógvan Martin Olsen eisini sagt, at talan uttan iva verður um stórt litaviskt trýst fyrstu løtuna, og at tað tí er sera umráðandi hjá føroyska liðnum at halda seg kompakt í verjupartinum.