Tað er upp til bygdaráðið í Mikladali at gera av, um skúlin á Trøllanesi skal taka í nýtslu aftur.
Hóast landsmyndugleikarnir vilja hava skúlan at virka aftur, so kunnu teir einki, um ikki lokalu myndugleikarnir vilja tað.
? Landsstýrismaðurin kann ikki áleggja kommunustýrinum at lata skúlan uppaftur, uttan at hetta veðrur fatað sum ágangur móti kommunala sjálvstýrinum, stendur at lesa í eini løgfrøðisligar frágreiðing, sum Mentamálastýrið hevur gjørt um skúlastríðið í Kalsoynni.
Kann einki gera
Tá Óli Holm, landsstýrismaður, fekk hesa frágreiðing hósdagin, boðaði hann samstundis frá, at hann fær einki gjørt fyri at loysa stríðið har norðuri í Kalsoynni.
? Løgfrøðisliga frágreiðingin ger púra greitt, at tað er bygdaráðið í Mikladali, sum hevur myndugleikan á hesum økinum, og tí kann eg ikki gera annað at mæla til, at skúlin á Trøllanesi verður tikin í brúk aftur. Eg kann ikki fara longur enn tað, sigur Óli Holm.
? Eg havi roynt at fáa bygdaráðið í Mikladali at ganga foreldrunum á Trøllanesi á møti, men tað hevur ikki eydnast, sigur hann.
Lítið mál
Fyrrverandi landsstýrismaðurin í skúlamálum, Torbjørn Jacobsen, mælti í gjár Óla Holm til at leggja beinleiðis upp í málið fyri at fáa eina loysn
? Eg haldi, at tað er ólukksáliga spell, um bygdaklandur skal beina fyri skúlanum á Trøllanesi. Hetta er í mínari verð eitt so evarska lítið mál, sum bara skuldi verið loyst, segði Torbjørn Jacobsen við Sosialin.
Óli Holm heldur seg einki kunna gera uttan at mæla til, at skúlin verður latin upp og at vísa vælvild.
? Løgfrøðin í hesum máli er púra greið. Tað er bygdaráðið í Mikladali, sum hevur myndugleikan yvir skúlunum í kommununi, og vit kunnu ikki áleggja teimum at lata skúlan á Trøllanesi uppaftur, sigur Óli Holm.
Hann sigur seg einki kunna siga um, hvat fer at henda í málinum, um børnini í Trøllanesi ikki fara í skúla aftur.









